Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøta 9
FO-100 Tórshavn
Haldaraavtala
Tá ið tú keypir eitt árshald á hald.bfl.fo, gert tú avtalu við Bókadeild Føroya Lærarafelags (hereftir BFL). Tá tú teknar árshald, bindir tú teg fyri eitt ár í senn og rindar fyri øll bløðini í tíðarskeiðinum í einum (Píkasjey 6 bløð, STROK 6 bløð).
Tá ið tú hevur keypt, fært tú eina kvittan sendandi við telduposti sum prógv um avtaluna. Á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo kanst tú altíð síggja og printa tínar kvittanir, broyta tínar kortupplýsingar ella
Haldið verður endurnýggjað sjálvvirkandi á hvørjum ári, til tað verður strikað. Tú fært eina teldupost umleið eina viku áðrenn næsta gjald verður tikið av kortinum.
Prísir
Allir prísir eru í DKK, íroknað frakt og avgreiðslugjald. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Gjald
Tú kanst gjalda við vanligastu gjaldskortunum so sum Visa, JCB, MasterCard *. Tá ið tú bíleggur vøruna við gjaldskorti, skalt tú tasta inn kortnummar, kontrolltal og nær kortið fer úr gildi. Tað er ókeypis at nýta gjaldskortið, tí BFL rindar øll avgjøld. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send av goymsluni.
*) Gjaldast kann ikki við Maestro og trupulleikar kunnu vera við Visa Electron
Tá tú velur at rinda fyri hald við gjaldskorti, góðtekur tú samstundis at BFL sjálvvirkandi kann taka pengar av kortinum, hvørja ferð gjaldið verður endurnýggjað. Tað er tín ábyrgd at dagføra tínar gjaldsupplýsingar, um títt gjaldskort verður sperrað ella gongur út. Hetta kanst tú gera á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo.
Trygd
Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum fjalir upplýsingarnar millum internetbrowsara (kortánara) og internetservera (handilin). Hetta merkir, at tær upplýsingar, ið verða sendar, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardar millum tína teldu og okkum.
Hátturin at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil er SSL-gjaldshátturin, ið er vanligasti og mest nýtti háttur. Hann verður mettur at vera ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.
Trúnaður
Upplýsingarnar - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.
Sending
Bløð og bøkur verða borin haldarunum í skúlum, forskúlum og dagstovnum.
Ynskjast bløð ella bøkur send á heimabústaðin, verða tey send í Føroyum og útheimin eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi, sum verður lagt afturat haldaragjaldinum.
Nærri avtala um hetta kann gerast við at seta teg í samband við kundatænastu okkara á [email protected].
Strika hald
Ynskir tú at strika hald, verður tað gjørt á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo.
Haldið verður strikað, tá ið skúlaárið er runnið. Haldið kann uppsigast nær sum helst, áðrenn næsta gjald verður tikið av kortinum.
Broyta upplýsingar
Eru broytingar, sum ávirka haldaraavtaluna, t.d. skúlaskifti ella nýggj teldupostadressa, kunnu hesar gerast á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo.
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd, fært tú sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.
Endurgjald
Er vøran skadd, verður tú biðin um at seta teg í samband við kundatænastu okkara á [email protected].
Vit senda eitt nýtt eintak av vøruni uttan eyka kostnað.
Annað
Gjørt verður vart við, at tú mást vera fylt/ur 18 ár fyri at bíleggja vøru á e-handli okkara.
Eru aðrir spurningar, so kann teldupostur sendast til [email protected].