Her fært tú svar uppá oftast settu spurningarnar til haldaraskipanina hjá BFL.
Hvat bindi eg meg til?
Tá tú teknar árshald, bindir tú teg fyri eitt ár í senn og rindar fyri øll bløðini í tíðarskeiðinum í einum (Píkasjey 6 bløð, STROK 6 bløð). Haldið verður endurnýggjað sjálvvirkandi á hvørjum ári, til tað verður strikað. Tú fært eina teldupost umleið eina viku áðrenn næsta gjald verður tikið av kortinum. Tá tú velur at rinda fyri hald við gjaldskorti, góðtekur tú samstundis at BFL sjálvvirkandi kann taka pengar av kortinum, hvørja ferð gjaldið verður endurnýggjað.
Hvussu fáa børnini bløðini?
Bløð og bøkur verða borin haldarunum í skúlum, forskúlum og dagstovnum. Ynskjast bløð ella bøkur send á heimabústaðin, verða tey send í Føroyum og útheimin eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi, sum verður lagt afturat haldaragjaldinum. Nærri avtala um hetta kann gerast við at seta teg í samband við kundatænastu okkara á [email protected].
Hvussu striki eg mítt hald?
Ynskir tú at strika hald, verður tað gjørt á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo. Haldið verður strikað, tá ið skúlaárið er runnið. Haldið kann uppsigast nær sum helst, áðrenn næsta gjald verður tikið av kortinum.
Hvussu broyti eg mínar upplýsingar?
Eru broytingar, sum ávirka haldaraavtaluna, eitt nú upplýsingar um gjaldskort, skúlaskifti ella nýggj teldupostadressa, kunnu hesar gerast á tíni brúkarasíðu á hald.bfl.fo. Minst til, at tað er tín ábyrgd at dagføra tínar gjaldsupplýsingar, um títt gjaldskort verður sperrað ella gongur út.
Er tað trygt at gjalda á netinum?
Vit nýta trygdarprokollina SSL, at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil. Hetta er vanligasti og mest nýtti háttur og verður mettur at vera ógvuliga tryggur háttur at flyta pening. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.